- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vil hava londini at samstarva
Bólkarnir, sum kanna møguleikan at leggja elkaðal úr Íslandi í ein landsynning, eiga at arbeiða saman. Tað heldur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum.
Arbeiðið at kanna møguleikan fyri at leggja elkaðal millum Ísland, Føroyar og Skotland heldur fram. Væntandi byrjar samstarvið á fundi í Íslandi í vár.
SÍ EISINI Ætlanin um elkaðal úr livir enn
Á landsstýrisfundi mánadagin fekk Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, undirtøku frá landsstýrinum fyri at halda fram við kanningunum.
Í uppriti, sum landsstýriskvinnan hevði við á fundin mánadagin, stendur, at málið verður tikið upp nú, tí fyrispurningur er komin úr Íslandi, um Føroyar eru áhugaðar í at tosa um samstarv um at kanna møguleikan fyri elkaðali millum Ísland og Skotland og møguliga Føroyar.
Arbeitt við málinum í nógv ár
Arbeitt hevur verið við hesum máli í nógv ár. Í løtuni arbeiða Umhvørvisstovan, fyrr var tað Jarðfeingi, og íslendska Orkustofnun við slíkari kanning.
Men Landsvirkjun og Landsnet í Íslandi og National Grid í Skotlandi kanna eisini møguleikan fyri elkaðali millum Ísland og Skotland, Icelink-verkætlanin kallast tann ætlanin.
Í teirri ætlanini er ikki lagt upp fyri, at kaðalin kemur í land í Føroyum. Men tað er kortini ikki útilokað.
Vil ikki binda landið til ávísar loysnir
Landsvirkjun og National Grid hava spurt Jarðfeingi, um Føroyar vilja vera við á einum fundi í Íslandi í vár fyri at vita, um tey, sum kanna Icelink, og tey, sum kanna kaðalin millum Ísland og Føroyar, kunnu arbeiða saman.
Sirið Stenberg sigur tað vera skilagott, at Føroyar eru við í hesum samstarvi fyri at røkja føroysk áhugamál. Men uttan tó at binda Føroyar til nakra ávísa loysn ella útreiðslur.
Sirið Stenberg boðaði landsstýrinum frá mánadagin, at hon ætlaði sær at boða Umhvørvisstovuni frá, at hon tekur undir við at halda fram at kanna møguleikan fyri kaðalsambandi við Ísland og møguliga onnur lond.
SÍ EISINI Stórur áhugi at keypa streym úr Íslandi
Landsstýriskvinnan tekur eisini undir at fáa í lag samstarv við IceLink, kanna hvørjar ætlanir eru, og hvat tað fer at kosta Føroyum at vera við í kanningunum.
Hesum tók landsstýrið undir við, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna. Landsvirkjun er almenna íslendska orkufelagið, Landsnet stendur fyri at fáa streymin út til brúkararnar og National Grid er bretski el- og gassveitarin.
Orkustofnun í Íslandi svarar til Jarðfeingi her. Ísland ger nógvan streym, og hann er bíligur. Tí er útflutningur av streymi áhugaverdur.