Fólkavøksturin heldur fram

Fólkavøksturin heldur fram
1. desember 2015 búðu 548 fleiri fólk í Føroyum enn eitt ár frammanundan. Sunnanfjørðs er fólkavøksturin tó steðgaður
1. desember 2015 búðu 548 fleiri fólk í Føroyum enn eitt ár frammanundan. Sunnanfjørðs er fólkavøksturin tó steðgaður
 
19.01.2016 - 11:23

1. desember 2014 búðu 48.590 fólk í Føroyum. Eitt ár seinni, 1. desember 2015, búðu 49.138 fólk í Føroyum sambært Hagstovu Føroya.

Vøksturin í fólkatalinum hetta tíðarskeið var 548. Nettotilflytingin – munurin á til- og fráflyting – var 318 fólk sambært seinastu uppgerðini.

Fólkavøksturin steðgaður sunnanfjørðs

Hóast fólkavøkstur var í Føroyum frá 1. desember 2014 til 1. desember 2015, var hetta ikki galdandi fyri alt landið.

Í Sandoynni stóð fólkatalið so at siga í stað hetta tíðarskeið, men í Suðuroynni minkaði fólkatalið, upplýsir Hagstova Føroya á heimasíðuni.

Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar, Klaksvíkar, Sunda og Sørvágs kommunum. Lutfalsliga størsti vøksturin var í Sunda kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109