Landsgrannskoðanin givið Mentamálaráðnum átalu

Landsgrannskoðanin givið Mentamálaráðnum átalu
Ráðið fær hvassa átalu, tí framvegis er ikki samsvar millum lógina frá 1984 um stuðul til musikkskúlar og, hvussu lógin verður fyrisitin
Landsgrannskoðanin hevur givið Mentamálaráðnum eina hvassa átalu, tí tað framvegis ikki er samsvar millum lógina frá 1984 um stuðul til musikkskúlar og, hvussu lógin verður fyrisitin
 
30.11.2015 - 10:52

Mentamálaráðið fær hvassa átalu frá Landsgrannskoðanini, tí framvegis er ikki samsvar millum lógina frá 1984 um stuðul til musikkskúlar og, hvussu lógin verður fyrisitin.

Landsgrannskoðanin hevur gjørt vart við hetta síðani 2002 og ger aftur vart við sína misnøgd í ársfrágreiðingini fyri 2014.

Sóknast eftir ítøkiligum úrslitum

Eisini løgtingsgrannskoðararnir hava aftur og aftur, og seinast í februar í ár, hvassliga átalað, at einki ítøkiligt hendir viðvíkjandi Musikkskúlaskipanini.

Landsgrannskoðanin heldur, at Mentamálaráðið og skiftandi landsstýrisfólk hava skákað sær undan at loysa trupulleikarnar við at seta nevndir at kanna, gera uppskot og annað, uttan at ítøkilig úrslit eru komin burturúr.

Samanumtikið ber til at siga, at fyrisitingarligu mannagongdirnar í 30 ár hava ikki verið í tráð við allar ásetingarnar í lógini. Men hóast landsstýrisfólkini hava vitað um vantandi samsvarið, er lógin óbroytt og fyrisitingin ikki sambært lógini.

Lógin framvegis ikki broytt

Í februar 2003 vísti Landsgrannskoðanin á, at ósamsvar er millum grein eitt í lógini um, at landskassin letur studning, og grein fimm um, at landsstýrisfólkið setir lærararnar í starv.

Landskassin rindar allar lønarútreiðslurnar, og kommunurnar endurrinda landskassanum helvtina av lønunum eftir tillutaðu tímunum.

Seinast, Landsgrannskoðanin frætti úr Mentamálaráðnum, var í november í ár. Og tá var einki ítøkiligt hent. Lógin er framvegis ikki broytt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109