- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skal brúkast nøkur ár afturat
Tí verklagslógin um nýtt havrannsóknarskip skal leingjast fimm ár, til 31. desember í 2020, tá havrannsóknarskipið væntandi er bygt.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, bað í gjár løgtingið leingja lógina um havrannsóknarskip og leggja 15 milliónir krónur aftur at byggikostnaðinum, so hann verður 215 mió. kr.
Á sumri 2011 samtykti løgtingið at byggja havrannsóknarskip. Samstundis varð samtykt, at verklagslógin fer úr gildi aftur 31. desember 2015. Men enn er eingin bygging byrjað.
Arbeiðið bjóðast út tíðliga í 2016
Nú er ætlanin at bjóða út arbeiðið tíðliga næsta ár. Ætlanin er at játta 15 mió. kr. næsta ár, 20 milliónir í 2017, 100 milliónir í 2018 og 80 milliónir í 2019.
Ætlanirnar um at stovna alment partafelag til endamálið, ella at langtíðarleiga havrannsóknarskip frá privatum veitara, verða sleptar í lógaruppskotinum, sum kom í tingið í gjár.
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Havstovuni, sum ongar viðmerkingar hevur.