- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biður kommunu viðgera starvssetan av nýggjum
Ivasamt er, um ein kommunustýrislimur eisini kann vera kommunuskrivari. Tí hevur Løgtingsins umboðsmaður biðið Húsavíkar kommunu viðgera eina starvssetan av nýggjum.
Húsavíkar kommuna hevur eisini fingið eina átalu frá Løgtingsins umboðsmanni, eftir at ein umsøkjari til starvið sum kommunuskrivari í Húsavík kærdi um mannagongdina, tá ein kommunustýrislimur fekk skrivarastarvið, og tí at umsøkjarin ikki fekk innlit í setanina.
Løgtingsins umboðsmaður heldur tað millum annað vera átaluvert, at kommunan lýsti eftir skrivara nakrar fáar dagar, áðrenn starvstíðin skuldi byrja.
Klagarin fekk onga grundgeving
Tað er als ikki nøktandi, at einki tilmæli er gjørt um, hví mett varð, at tann setta var best egnað til starvið, og hví kommunan ikki helt tað vera neyðugt at hava setanarsamrøður.
Klagarin fekk onga grundgeving fyri, hví hon ikki fekk starvið. Um hetta sigur borgarstjórin í Húsavík, at hann visti ikki, at tað var eitt krav, men at hann hevði grundgivið munnliga fyri avgerðini.
- Eg kann ikki góðtaka hesa umbering, sigur Løgtingsins umboðsmaður. Tríggjar umsóknir vóru til starvið sum skrivari hjá Húsavíkar kommunu.