Samferðslan tarnað av kava

Samferðslan tarnað av kava
Í Suðuroy koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum ikki fyribils, tí har er so nógvur kavi komin niður. Onkrir skúlar eru eisini stongdir
Bussar hjá Bygdaleiðum í Suðuroy koyra ikki fyribils, og onkrir skúlar eru eisini stongdir orsaka av kavanum, ið er lagstur
 
20.11.2015 - 08:01

Í gjárkvøldið fór at kava, og kavi er lagstur um alt landið. Hetta er fyrstu ferð í heyst av kavi av álvara er lagstur, hóast tað onkuntíð hevur verið hált á vegunum.

Í Suðuroy koyra bussarnir hjá Bygdaleiðum ikki fyribils, tí har er so nógvur kavi komin niður, og sýnið er ringt, og eingin skúlagongd er í skúlunum á Tvøroyri og í Trongisvági í dag.

Landsverk boðar frá, at koyrandi er aftur á Famjinsvegnum, men koyrilíkindini eru ikki góð. Á Gjáarvegnum eru koyrilíkindini sera ring í løtuni, har er nógvur vindur, í hvirlunum upp í meir enn 26 metrar um sekundið.

Annars verður boðað frá hálku, ella at roknast kann við hálku um alt landið, og landsverk heitir á fólk um at vísa varsemi í ferðsluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109