- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pál bronsu í Dubai
Pál Joensen hevur vunnið bronsu í 1.500 metra frí í World Cup, sum er í Dubai í hesum døgum. Harafturat hevur vágbingurin eisini tvær ferðir í hesi vikuni svomið undir kravtíðina hjá FINA til OL í Rio næsta ár. Tað skrivar heimasíðan, svimjing.com.
Tíðin hjá Páli í dag var 15:08:90, og kom hann á mál í hølunum á tjekkiska Jan Micka og ukrainska Mikhailo Romanchuk.
Pál Joensen byrjaði annars ikki so væl, og hann hevði ilt við at fylgja fremstu svimjarunum. Men tá teinurin var hálvsvomin, kom Pál upp í leikin aftur. Tá 800 metrar vórðu lagdir afturum, lá hann á einum tryggum triðjaplássi, sum hann helt seg á allan vegin á mál.
Vinnaratíðin hjá Jan Micka var 15.02.08, meðan Mikhailo Romanchuk kom á mál við tíðini 15.02.34. Sostatt vóru teir báðir seks sekund framman fyri Pál.
Tvær ferðir undir kravtíð
Við tíðini 15:08.90 hevur Pál Joensen fyri aðru ferð í hesi World Cup kappingini svomið undir kravtíðina hjá FINA til Olympisku leikirnar í Rio. Fyrru ferð var týsdagin við tíðini 15.13.69
Danir hava so aftur ásett sær eina enn harðari OL-kravtíð á 15:07.53, og er Pál einasti svimjari í danska ríkinum, ið hevur klárað at svimja undir ta tíðina. Tað var til HM í Kazan, har tíðin var 14:58.52.