- Tíðindi, mentan og ítróttur
Slakar 22 milliónir til nýggju ferjuna strikast
Tí í uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum kom í løgtingið fríggjadagin, biður Henrik Old um, at slakar 22 milliónir krónur, sum eru ætlaðar Nólsoyarferjuni í ár, verða strikaðar í fíggjarlógini, tí byggingin verður útsett.
Fyrst í oktober boðaði Henrik Old frá, at hann ætlaði at útseta nýggja skipið til Nólsoyarleiðina til Sandoyartunnilin er liðugur um seks ár.
SÍ EISINI Ósemja um nólsoyarferju
- Skipið verður nógv minni enn Ternan, og kann tí ikki brúkast sum avloysaraskip á Sandoyarleiðini. Skipið verður eisini nógv dýrari enn ætlað, segði landsstýrismaðurin.
Sambært verklagslógini skal Nólsoyarferjan ikki kosta meira enn 50 milliónir kr. Men tilboðini, sum Strandfaraskip landsins hava fingið, vísa, at skipið fer at kosta okkurt um 70 milliónir.