Bogi Hansen heiðraður fyri at duga væl at miðla

Bogi Hansen heiðraður fyri at duga væl at miðla
Granskingarráðið sigur, at Bogi Hansen lýkur fyrimyndarliga øll trý krøvini fyri at fáa heiðurslønina.
Bogi Hansen er tann fjórði, sum fær Miðlaheiðurslønina.
 
26.09.2015 - 16:06

Á Vísindavøkuni í gjárkvøldið varð heiðurslønin fyri at duga framúr væl at miðla gransking latin Boga Hansen, professara í havfrøði. 

Tað er alt annað enn lætt at greiða frá gransking, so øll fata tað, tí evnini mangan eru bæði umfatandi og torskild. Tað skulu tí serligir førleikar til at miðla gransking alment. 

Í grundgevingunum verður sagt, at Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2015 verður latin Boga Hansen, tí hann á fyrimyndarligan hátt lýkur tey trý krøvini til heiðurslønina, sum eru, at miðlingin er á høgum stigi til ein breiðan skara,  at íkastið økir fatanina av gransking í samfelagnum og, at talan er um fangandi og kjakkveikjandi miðling. 

Bogi Hansen skrivaði í 2000 bókina ”Havið” og í 2011 ”Veðurlagsbroytingar”. Í 2001 fekk Bogi Hansen Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir fyri bókina ”Havið”.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946