Føroyar væl egnaðar til hitapumpur

Føroyar væl egnaðar til hitapumpur
Skipanir, sum taka hita úr jørðini ella úr sjónum, hava hægri nyttustig enn luft til vatn hitaskipan, sigur Jarðfeingi, ið hevur kannað nyttustigið
Sethús í Føroyum standa á stórum grundstykkjum, og nógvir stórir bygningar eru tætt við sjógvin. Tí liggur serstakliga væl fyri at brúka jarðhita ella sjóhita í Føroyum, sigur Jarðfeingi, ið seinastu seks árini hevur kannað orkurenslið í bygningum
 
10.08.2015 - 10:25

Sethús í Føroyum standa á stórum grundstykkjum, og nógvir stórir bygningar eru tætt við sjógvin. Tí liggur serstakliga væl fyri at brúka jarðhita ella sjóhita í Føroyum.

Hitapumpur eru eisini væl egnaðar í Føroyum, tí hitalagið er nøkunlunda støðugt. Tað er niðurstøðan hjá Jarðfeingi, sum skrivar um hitapumpur og jarðhita og sjóhita á heimasíðuni.

Jarðfeingi hevur seinastu seks árini mátað orkurenslið í bygningum við ymiskum uppsetingum av hitapumpum. Tó eru luft til luft hitapumpur ikki við í kanningini.

Afturgjaldstíðin styttri enn tíggju ár

Niðurstøðan er, at skipanir, sum taka hita úr jørðini ella úr sjónum, hava hægri nyttustig enn luft til vatn hitaskipan. Og gólvhiti hevur hægri nyttustig enn skipanir við radiatorum.

Jarðfeingi kannaði eisini afturgjaldstíðina, tá íløga verður gjørd í hitaskipanir, sum ikki brúka olju.

Hjá luft til vatn hitaskipanum er afturgjaldstíðin styttri enn tíggju ár, hóast nyttustigið er lágt, tí tær kosta ikki so nógv. Jarðhiti og sjóhiti brúka millum 10 og 15 ár at vinna íløguna aftur, skrivar Jarðfeingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946