- Tíðindi, mentan og ítróttur
Svimjing: Bronsu í 4 x 100 metur frí
Svimjing: Bronsu í 4 x 100 metur frí
Føroyar blivu nummar trý í 4 x 100 metur frí hjá kvinnum
Mynd: svimjing.com
01.07.2015 - 19:46
Tað bleiv til eina bronsu og eitt nýtt landsliðsmet í 4 x 100 metur frí hjá kvinnum.
Signhild Joensen, Sára Nysted, Astrið Foldarskarð og Vár Eidesgaard svumu tíðina 3.54.02.
Tíðin er nýtt landsliðsmet. Gamla landsliðsmetið varð sett á oyggjaleikunum á Rhodos í 2007. Tann tíðin var 3.59.54.
Nummar eitt bleiv Jersey við tíðini 3.52.88.
Isle of Man bleiv nummar tvey við tíðini 3.57.29
Hetta var síðsta finalan í kvøld. Føroyar vunnu í kvøld eina gull og fýra bronsur í svimjing.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV