- Tíðindi, mentan og ítróttur
Onga mynd av atkvøðuseðlinum!

Nógv eru tey, ið eru von við at deila stóran part av lívinum við umheimin á facebook, men ikki alt er loyvt at deila við vinir og kenningar - millum annað atkvøðuseðilin til fólkatingsvalið.
Lógin um fólkatingsvalið sigur, at tað er tín skylda sum veljari, at halda títt val loyniligt. Tú hevur tí ikki loyvi til at prógva, at tú hevur verið á vali við at almannakunngera myndir úr atkvøðuklivanum.
Víðari stendur í lógini, at tú skalt leggja seðilin saman, áðrenn tú fert út úr klivanum, so eingin kann síggja, hvat tú hevur valt.
Heldur ikki er loyvt at skriva annað enn ein kross á atkvøðuseðilin. Um tú teknar ella skrivar nakað annað á seðilin, verður hann ógildaður, og telur tí ikki við.
Lógin er frá 1989, og hon er enn galdandi.