Útvarpið skal eisini hoyrast í Leirvíkstunnlinum

Útvarpið skal eisini hoyrast í Leirvíkstunnlinum
Tað kostar umleið 400 túsund krónur at gera tað møguligt at hoyra útvarpið í Leirvíkstunnlinum.
 
15.05.2015 - 06:34

Nú skal útvarpið eisini hoyrast í Leirvíkstunlinum. 
 
Jørgen Niclasen landsstýrismaður hevur svarað fyrispurningi eftir § 52a í tingskipanini frá Reimund Langgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi Leirvíkstunlinum

Í svarinum verður upplýst, at ferðsluteljingar vóru gjørdar í Leirvíkartunlinum í 2013, og var miðalferðslan 3.727 akfør um samdøgrið gjøgnum tunnilin, og sostatt samanlagt 1,36 mió. akfør um árið.

Kostar slaka hálva millión

Leirvíkartunnilin er tann einasti av stóru tunlunum, har útvarpið ikki hoyrist í dag.

Landsverk hevur kannað málið, og mett verður, at tað kostar umleið 400 túsund krónur at gera tað møguligt at útvarpið hoyrist í Leirvíkartunlinum.
 
Verkætlanin verður eftir ætlan framd eftir sama leisti sum í Kollfjarðartunlinum, sum merkir, at Landsverk og Mentamálaráðið fíggja og fremja verkætlanina í felag.

Betrar um trygdina

Tað at útvarpið hoyrist í tunlum er ætlað sum ein tænasta til borgarar og sum eitt ferðslutrygdartiltak. 

Tað kann betra trygdina, at útvarpið hoyrist í tunlinum, soleiðis at bilførarar verða kunnaðir um møgulig óhapp, og hvussu teir skulu bera seg at í neyðstøðu.
 
Samskifti hevur verið millum Fíggjarmálaráðið, Landsverk og Mentamálaráðið um at finna eina loysn á málinum um fígging.
 
Miðað verður eftir, at tað fer at bera til at hoyra Útvarpið í Leirvíkartunlinum í ár, sigur Jørgen Niclasen í svari til Reimund Langgaard.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946