- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sernám søkir nú eftir sálarfrøðingum til miðnám
Talan er um hálvtíðasstørv og tey verða býtt við hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í Tórshavn og í Hovi og hálvtíðarstarvi í miðnámsskúlunum í Klaksvík, á Kambsdali og í Vestmanna.
Endamálið við sálarfrøðiskipan í miðnámsskúlahøpi er at gera næmingarnar betur førar fyri at gjøgnumføra miðnám og minka um fráfallið.
Førleikamenna og vegleiða
Samstundis er endamálið at førleikamenna lestrarvegleiðingina og aðra vegleiðing í skúlunum, so hon er betur før fyri at taka hond um næmingar, sum hava tørv á sálarfrøðiligari hjálp.
Sálarfrøðingarnir skulu millum annað eisini veita ráðgeving og vegleiðing til lestrarvegleiðarar, starvsfólk og foreldur, og veita innanhýsis supervisión.
Krøv til umsøkjaran
Tann sum søkir skal hava prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar, og skal millum annað duga at nýta kanningarúrslit í ítøkiligum námsfrøðiligum- og viðgerðaruppskotum
Størvini eru tíðaravmarkað til komjandi skúlaár, men við møguleika fyri fastari setan um tænastan verður skipað sum varandi skipan. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.
Evstamark at søkja er 15. mai.