- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kvinnutrotið í Føroyum skal greinast
Hon setti landsstýrismanninum fleiri spurningar um javnstøðumál eftir heildarætlanini, sum varð gjørd.
Johan Dahl sigur, at greining av orsøkunum til kvinnutrotið í Føroyum eigur at vera liður í arbeiðinum at orða javnstøðupolitikk, so átøkini í virkisætlanini verða so miðvís og ítøkilig sum til ber.
Kvinnutrot
Seinastu árini, ikki minst takkað veri heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, hevur avbjóðingin við kvinnutrotinum í Føroyum fingið størri ans.
Fleiri kanningar eru longu gjørdar, og eg haldi, at vit í dag longu hava eina greiðari mynd av, hvørjar orsøkirnar til kvinnutrotið kunnu vera, sigur Johan Dahl í svarinum.
Greina orsøkirnar til kvinnutrotið
Arbeiðsmarknaðarviðurskifti á føroyska arbeiðsmarknaðinum eru ivaleyst millum høvuðsorsøkirnar til tær avbjóðingar, sum vit framvegis hava, hvat javnstøðu og kvinnutroti viðvíkur.
Tí skipaði Vinnumálaráðið, saman við Norðurlandaráðnum, fyri ráðstevnu um javnstøðu á arbeiðsmarknaðinum í Norðurlandahúsinum í mai í fjør. Ráðstevnan gav greiðari mynd av avbjóðingunum, umframt at tað varð viðgjørt, hvussu vit taka við hesum avbjóðingum.
Ráðstevnan var sostatt ein liður í arbeiðinum at greina orsøkirnar til kvinnutrotið í Føroyum.
Neyv og skipað greining av kvinnutrotinum
Granskarar á Fróðskaparsetrinum hava somuleiðis havt sjóneykuna á spurningin og eg havi í hyggju at kanna møguleikarnar, hvørt ein meiri neyv og skipað greining av kvinnutrotinum kann verða gjørd av fakfólki á setrinum ella øðrum uttanveltaðum fakfólki.
Slík greining kann síðani verða partur av arbeiðinum hjá Vinnumálaráðnum at orða javnstøðupolitikk, sum m.a. skal innihalda átøk, sum kunnu venda gongdini við alsamt størri kvinnutroti í Føroyum, sigur landsstýrismaðurin m.a. í svarinum til Eyðgunn Samuelsen.
Arbeiðið at orða javnstøðupolitikk skal verða liðugt næsta ár, stendur í svarinum.