- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðið er boðið út at byggja 32 íbúðir á Argjum
Talan er um grundøki uttanfyri verðandi randarhús Undir Kongavarða, sum er 8300 fermetrar til støddar.
Byggiverkætlanin er partur av øðrum byggistigi í útstykkingarætlanini, skrivar kommunan í lýsing í bløðunum.
Treytir frá Tórshavnar Kommunu
Fyri at tryggja, at ætlanin verður framd í samsvari við ynskini hjá Tórshavnar kommunu, setur kommuna ávísar treytir í samband við søluna.
* Keyparin skal í fyrsta lagi byggja samanbygdu húsini eftir sniðið, ið passar til longu framdu byggingina undir Konavarða - við serligum atliti til byggingina undir vegnum, sum eisini eru randarhús.
* Byggingin skal byrja í seinasta lagi 1 ár frá at sáttmálin er undirskrivaður, og skal verða liðug um 3-4 ár.
* Eisini skal keyparin saman við tilboðnum lata kommununi útgreinaða tíðarætlan.
* Keyparin tekur við økinum sum tað liggur,
Freistin at bjóða uppá arbeiðið er 1. juni.