- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Reisir fleiri álvarsamar spurningar
Løgtingsuppskotið um at geva P/f Vága Floghavn rætt til at fáa upplýsingar frá Akstovuni til at krevja parkeringsgjald reisir fleiri álvarsligar løgfrøðiligar og stjórnarrættarligar spurningar, heldur Jóanes N. Dalsgaard.
Tað skal vera lættari hjá umsitingini í Vága Floghavn at krevja inn parkeringsgjald á parkeringsøkinum við flogvøllin.
Tað heldur Johan Dahl, landsstýrismaður,ið hevur sent uppskot um løgtingslóg í Løgtingið, sum gevur almenna partafelagnum rætt til at fáa elektroniska atgongd til at biðja um stakupplýsingar úr akfarsskránni hjá Akstovuni.
Vinnunevndin mælir til at samtykkja uppskotið
Eisini ein samd Vinnunevnd heldur hugskotið at loyva Vága Floghavn at fáa atgongd til navn og bústað hjá bileigarum, ið parkera við flogvøllin, vera gott, og í álitinum mælir hon til at samtykkja uppskotið, sum er til aðru viðgerð í dag.
Men ikki øll eru so fegin um uppskotið. Ein teirra er stjórnmálafrøðingurin, Jóanes N. Dalsgaard, sum av sínum eintingum hevur sent vinnunevndini eitt skriv, har hann ávarar ímóti uppskotinum, sum hann metir "reisir fleiri álvarsligar løgfrøðiligar og stjórnarrættarligar spurningar."
Stjórnmálafrøðingurin setir í fyrsta lagi spurnartekn við, at løgtingið skal geva - ikki einum myndugleika, ikki einum almennum stovni - men einum partafelag ein ávísan framíhjárætt.
Øðrvísi fyri lóggávuni enn onnur
Í hesum førum verður P/f Vága Floghavn sett øðrvísi fyri generellu lóggávuni enn onnur, sum eisini kundu havt áhuga í at fáa atgongd til upplýsingar úr akfarsskránni til teirra parkeringsøki.
Til dømis handlar, sølumiðstøðir og kommunur. Ein annar vansi, við at eitt partapolitiskt Løgting gevur einum felag framíhjárætt staðfest í eini lóg, er, at so kunnu onnur ikki kæra.
SÍ EISINI Nýggj lóg mátti gerast fyri bilplássið
"Hetta er óheppið fyri rættartrygdina." Ein grundgeving, ið landsstýrismaðurin nýtir at samtykkja uppskotið, er, at sum er, hava bæði tunnilsfeløgini havt líknandi skipan og heimildir at fáa upplýsingar til at senda gjald til bilarnar, sum nýta tunnlarnar.
Men hesa grundgeving keypir stjórnmálafrøðingurin ikki. Tí - eisini hendan heimildin er ivasom. Jóannes N. Dalsgaard vísir á ásetingarnar í persónsupplýsingarlógini um at persónsupplýsingar bert mugu verða savnaðar saman til eitt nágreiniliga tilskilað endamál.
Eiga at hugsa seg væl um
Endamálið hjá tunnilsfeløgunum at savna inn upplýsingarnar er sambært tunnilslógunum at eftiransa gjaldsstaðið. Men í veruleikanum, at eftiransa tunnilsfeløgini ikki nakað gjaldsstað. Tey krevja pengar inn.
Tí er heimildin, sum tunnilsfeløgini á sinni fingu at savna inn upplýsingar, eisini í stríð við persónupplýsingarlógina og kunnu rættvísgera, at Vága Floghavn nú fær somu ivasomu heimild.
SÍ EISINI Bíðar eftir lógarheimild til bilplássið
Samanumtikið heldur Jóanes N. Dalsgaard, at bæði vinnunevndin og løgtingið eiga at hugsa seg væl um, áðrenn tey taka støðu til hetta uppskotið, tí:
"Løgtingslógaruppskotið reisir stórar og álvarsligar spurningar við víkjandi bæði rættartrygd og viðvíkjandi greidleikanum og systematikkinum í lóggávuverkinum,", sum hann málber seg.
Dátueftirlitið ikki stórvegis viðmerkingar
Løgtingið samtykti fyri løtu síðan uppskotið við aðru viðgerð. 29 atkvøddu fyri, eingin atkvøddi ímóti, og tvey atkvøddu blankt. Dátueftirlitið, sum eisini hevur havt uppskotið til hoyringar, hevur ikki stórvegis viðmerkingar.
Dátueftirlitið vísir tó á, at talan er um eitt stórt inntriv sum verður gjørd, hóast felagið hevur aðrar møguleikar.
"Spurningur kann setast við, hvørt tað er í lagi, at eitt einstakt felag soleiðis við heimild til atgongd til eina almenna skrá kann tryggja sær inntøkugrundarlagið."
Hetta kann gerast serliga óheppið, um P/f Vága Floghavn til dømis verður privatiserað.
"Lóggávuvaldið kundi tískil umhugsað eitt nú at avmarka gildi lógarinnar, sæð í mun til hesa støðu, skrivar Dátueftirlitið í viðmerkingunum.