Meiriluti tekur ikki undir við bjargingarætlan

Meiriluti tekur ikki undir við bjargingarætlan
Tað verður ongin bjargingarætlan gjørd fyri føroyskt bátasmíð og føroyska bátin. Meirilutin í Mentanarnevndini mælir frá at samtykkja uppskot
Meirilutin í Mentanarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið um at skipa bjargingarætlan fyri føroyskum bátasmíði og fyri føroyska bátin
 
29.04.2015 - 10:55

Meirilutin í Mentanarnevndini mælir frá at samtykkja uppskotið til samtyktar hjá Páll á Reynatúgvu um at skipa bjargingarætlan fyri føroyskum bátasmíði og fyri føroyska bátin.

Í viðmerkingum til uppskotið, skrivar Páll á Reynatúgvu, at støðan er nú somikið hættislig, at farast má til verka at bjarga føroyskum bátasmíði og føroyska bátinum.

Meirilutin í Mentanarnevndini heldur, at talan er um mentanarligt áhugamál, og at varðveitingin av siðvenjuni fyri føroyskum bátasmíði eigur at verða skipað undir kørmunum hjá søvnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109