- Tíðindi, mentan og ítróttur
MBF: Norðurlendskt samstarv stóran týdning
Tað hevur stóran týdning at varpa ljós á trupulleikar og avbjóðingar hjá teimum sum bera brek og støðugt gera politisku skipanina varuga við støðuna.
Tað var ein av niðurstøðunum á fundinum í norðurlendska ráðnum fyri meginfeløg innan brekøkið, ið var í Helsinki í Finnlandi í gjár, skrivar MBF á heimasíðuni.
Ráðið ásannar, at tað er ofta ov langt millum meginfeløgini og politisku skipanina. Tí er neyðugt at styrkja samstarvið millum norðurlendsku feløgini, so tey saman standa sterkari og kunnu vísa á felags trupulleikar og avbjóðingar.
Norðurlendska samstarvið stóran týdning
- Við einum sterkum norðurlendskum palli, og við alsamt at vísa á støðuna, ber til hjá norðurlendsku meginfeløgunum at ávirka politisku skipaninar í norðurlondum, siga feløgini í niðurstøðuni eftir fundin.
Svenska forkvinnan í ráðnum, Ingrid Burman, vísti á, at norðurlendska samstarvið hevur serliga stóran týdning, tí londini líkjast meira og hava meira í felag enn við onnur lond í Evropa.
- Norðurlond kenna betri skipaninar hvør hjá øðrum, og tí skal samstarvið styrkjast, sigur svenska forkvinnan, Ingrid Burman.
Nógv broytt til tað betra
Á fundinum í Helsinki varð eisini tosað um ST-sáttmálan, ið skal tryggja tey, sum bera brek.
Umboðini fyri Meginfelag Teirra Brekaðu í Føroyum vístu á, at nógv er broytt til tað betra í Føroyum síðani skuggafrágreiðingin varð latin ST og Landsstýrið fekk endaligu niðurstøðurnar.
Noreg, Finnland, Áland og Ísland hava enn ikki sett sáttmálan í gildi. Í Føroyum er brekøkið miðsavnað hjá landinum, men í hinum norðurlondunum er brekøkið ábyrgdin hjá kommununum.