Trívast væl men sakna avbjóðingar

Trívast væl men sakna avbjóðingar
Heilsurøktarar í Føroyum halda seg fáa ov lítlar avbjóðingar í arbeiðinum, vísir kanning, ið Heilsurøktarfelagið hevur gjørt og júst kunngjørt
Heilsurøktarar í Føroyum halda seg fáa ov lítlar avbjóðingar í starvinum. Teir trívast tó væl í størvum sínum, vísir kanning, ið varð kunngjørd mánadagin
 
28.04.2015 - 08:07

Kanningin, sum varð gjørd ársskiftið 2013/2014 vísir, at bara góð helvtin - 54 prosent - av teimum spurdu sleppa at brúka sínar fakligu førleikar til fulnar í arbeiðinum.

37 prosent av teimum spurdu í kanningini halda seg ikki fáa hóskandi avbjóðingar í arbeiðinum. Hetta kemur tó ikki óvart á Heilsurøktarfelagið.

Heilsurøktarar í øllum almanna- og heilsuverkinum vísa ofta á, at teir ikki loysa uppgávur ella ikki sleppa at hava fullu ábyrgdina av ávísum uppgávum, sigur Heilsurøktarafelagið.

Heilsurøktarar trívast væl í størvunum

Felagið heldur, at allir avvarðandi partar eiga at kanna, hvussu fakligu førleikarnar hjá heilsurøktarunum kunnu brúkast til fulnar.

Tað er ikki samfelagsgagnligt, at Heilsuskúlin á hvørjum ári klekir einar 20 heilsurøktarar, og at teir so bara brúka ein part av teirra førleikum, royndum og evnum í arbeiðinum, sigur Heilsurøktarafelagið í tíðindaskrivi.

Fakligir førleikar ella ikki. Kanningin vísir eisini, at flestu heilsurøktarar trívast væl í starvinum kortini. 93 prosent av teimum spurdu siga, at tey eru sum heild nøgd í sínum starvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109