- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sernám og Landssjúkrahúsið gjørt samstarvsavtalu
Sernám og Landssjúkrahúsið gjørt samstarvsavtalu
Nýggja avtalan leggur ein leist fyri, hvussu stovnarnir báðir kunnu samstarva innan ymisk týðandi øki, báðir stovnarnir arbeiða við
23.04.2015 - 13:25
Mikudagin skrivaðu Sernám og Landssjúkrahúsið undir samstarvsavtalu, ið er tann fyrsta av sínum slag millum stovnarnar báðar, skrivar Landssjúkrahúsið á Facebook.
Greinin heldur fram niðanfyri
Samstarvsavtala millum Sernám og LandssjúkrahúsiðÍ gjár 22. apríl 2015 skrivaðu Sernám og Landssjúkrahúsið undir...
Posted by Landssjúkrahúsið - National hospital of the Faroe Islands on 23. apríl 2015
Avtalan leggur ein leist fyri samstarv og samskipan millum stovnarnar innan ymisk týðandi øki, eitt nú samstarvi innan sálarfrøðilig viðurskifti hjá børnum og ungum.
Sernám og Landssjúkrahúsið samstarva eisini um hoyri- og talufrøði til heilaskadd, kanningar til fólk við hoyriskaðum, eftirútbúgving og hjálp til børn og ung við talutrupulleikum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV