- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt lógaruppskot um grindadráp ávegis
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur heitt á umsitingina um at orða uppskot til lóg um grind og annan smávaksnan hval.
Nýggja lógaruppskotið verður eftir ætlan lagt fyri løgtingið, fæst neyðug undirtøka fyri uppskotinum, sigur løgmaður í svari til Páll á Reynatúgvu.
Tingmaðurin spurdi, hvørji fyrisitingarlig tiltøk landsstýrið hevur tikið, eftir at løgtingið samktyti at heita á landsstýrið um skjótast gjørligt og í seinasta lagi 1. mai 2015 at leggja fram neyðugar lógarbroytingar.
Lógaruppskotið skal tryggja heimildir
Tað skal gerast fyri at fyribyrgja, at útlendskir felagsskapir kunnu koma til Føroyar at órógva ella forða fyri grindadrápi.
Sambært løgmanni skal lógin, ið arbeitt verður við at orða, verða karmur um tær heimildir, sum sýslumenn, grindaformenn og onnur heimilað fólk, umframt løgregluna, skulu hava, tá boðað verður frá grind.
Nýggj lógin fer at áseta rættindi og skyldur hjá teimum, sum eru í grind. Lógin fer eisini at áseta avmarkingar fyri tey, sum ikki taka lut í grindadrápinum.
Grindareglugerðin helst eisini dagførd
Fiskimálaráðið, Vinnumálaráðið og Løgmansskrivstovan hava viðgjørt, hvørjar lógarbroytingar kunnu og eiga gerast í mun til gerðir í sambandi við grindamótmæli, sigur løgmaður í svarinum til Páll á Reynatúgvu, tingmann hjá Tjóðveldi.
Ætlandi verður grindareglugerðin eisini dagførd í kjalarvørrinum av, um lógin um grind og annan smáhval verður samtykt í Løgtinginum, áðrenn tingið fer í summarfrí.
Tað ber ikki til at nokta persónum ella felagsskapum sum Sea Sheppard innferðarloyvi, hevur landstýrið fingið at vita frá donskum mynduleikin. Útlendingamál er danskt málsøki.