- Tíðindi, mentan og ítróttur
»Føroyastreymurin« hitar Arktis
Fram við Føroyum rekur heitur sjógvur, sum kemur úr Atlantshavi. Hann hitar bæði hav og luft og ger umhvørvið hjá okkum nógv lýggjari, enn tað annars hevði verið. Men hann ávirkar ikki bara okkum, tí hann heldur fram norðureftir móti Arktis.
Tann týdningarmesta greinin av hesum ráki, er sjógvurin, sum kemur yvir um Íslandsryggin og rekur eystureftir norðan fyri Føroyar, har hann heldur tí kalda sjónum frá Eystur-íslandsstreyminum burturi frá okkum.
Hetta rák nevnist Føroyastreymurin, sum flytur umleið 120 milliónir megawatt inn í Norskahavið, skrivar Havstovan á heimasíðuni.
Gott fyri fiskin norðanfyri
Hitaflutningurin frá Føroyastreyminum gevur góð livilíkindi hjá makreli og øðrum fiski norðanfyri, men er eisini ein av orsøkunum til, at ísurin er farin at bráðna uppi í Íshavinum.
Tí hevur Havstovan seinastu tjúgu árini fingið nógvan stuðul úr norðurlendskum og europeiskum granskingargrunnum at máta hitaflutningin í Føroyastreyminum, og hann er í miðal øktur 18 prosent seinastu tjúgu árini.
Fyri ein part stavar økingin frá øktum streymi, men tað mesta stavar frá, at sjógvurin er hitnaður umleið eitt stig í hesum tíðarskeiðnum.