Málið móti kommunulækna vaksið í vavi

Málið móti kommunulækna vaksið í vavi
Nú hava 13 kvinnur meldað læknan fyri kynsligan ágang í sambandi við undirlívskanningar
 
21.04.2015 - 17:40

Kanningararbeiðið hjá politinum er nú liðugt og avhoyringarnar av kommunulæknanum og kvinnunum verða sendar danska heilsustýrinum í næsta mánað til metingar.

Heilsustýrið skal tó ikki meta um, hvørt læknin er sekur, men skal taka støðu til, um undirlívskanningarnar eru gjørdar á rættan hátt, ella um talan ER um kynsligan ágang.

Læknin er í løtuni suspenderaður úr sínum starvi. Hann vísir skuldsetingunum um kynsligan ágang aftur.  

Drúgv kanningartíð

Tað var í julimánað í fjør, at løgreglan avhoyrdi ein kommunulækna í Føroyum og skuldsetti hann fyri at hava framt kynsligan ágang móti fimm kvinnum, sum hava verið til læknaviðtalu hjá honum. 

Men síðani hava fleiri kvinnur meldað sama kommunulækna til løgregluna, og nú eru talan um tilsamans 13 kvinnur.

Tí hevur málið tikið drúgva tið at kanna og fyrireika, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á Krim. deildini

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109