Drápsmálið í Hvalba dregur út

Drápsmálið í Hvalba dregur út
Hóast løgreglan var liðug at gera kanningar í drápsmálinum í januar, so kemur málið helst ikki fyri rættin fyrr enn einaferð eftir summmarfrítíðina
 
21.04.2015 - 17:45

Hetta sigur politivaldið.

Undir grundlógaravhoyringini 10. august í fjør bað rætturin um eina mentalkanning av skuldsetta manninum, og hon er ikki liðug enn. Helst koma vit til hálvan mai, áðrenn mentalkanningin fyriliggur, og tá skal danska rættarlæknaráðið brúka eini 6-8 vikur at taka støðu til, um maðurin er egnaður at fáa fongsulsrevsing.

Mentalkanningin tikið drúgva tíð

Hetta merkir, at tað hevur tikið átta og ein hálvan mánað at fáa eina mentalkanning gjørda í psykiatrisku skipanini, og at maðurin, tá málið einaferð kemur fyri, kann hava sitið í varðhaldi í eitt heilt ár ella meira.

Maðurin er 23 ára gamal, og hann er skuldsettur fyri at hava dripið ein 36 ára gamla mann, sum var funnin deyður í Hvalba í august í fjør. 

Skuldsetti maðurin hevur hvørki játtað ella noktað seg sekan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109