- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroya Lærarafelag hevur aðalfund í dag
Føroya Lærarafelag hevur aðalfund í dag
Gestarøðarar verða Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Ólavur Ellefsen, stjóri í Simprentis.
18.04.2015 - 09:21
Longu undan aðalfundinum er greitt, at Herálvur Jacobsen heldur fram sum formaður í Lærarafelagnum. Hóast formansval og nevndarval eru á skránni, so bjóðar eingin verandi formanni av.
Herálvur Jacobsen hevur verið formaður seinastu tvær seturnar.
Maria V. Hansen og Jákup av Skarði, sum eru ávikavist kassameistari og skrivari, standa fyri vali, men heldur ikki har bjóðar nakað annað valevni seg fram.
Aðalfundurin hjá Lærarafelagnum er í skúlanum við Løgmannabreyt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV