Vil gera tað lættari at fáa búloyvi

Vil gera tað lættari at fáa búloyvi
Tað skal verða lættari hjá útlendingum at fáa longt búloyvi í Føroyum um hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman, við doyr
Johan Dahl, landsstýrismaður, hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at broyta útlendinglógina, so tað verður lættari at fáa longt búloyvi, um eitt nú hjúnafelagin fellur frá
 
17.04.2015 - 09:34

Tað heldur Johan Dahl, sum hevur lagt uppskot fyri løgtingið at gera broytingar í útlendingalógini. Fyrsta viðgerð var í løgtinginum hósdagin.

Sum nú er, fær ein útlendingur í flestu førum ikki longt búloyvi, um so er, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, doyr. Tí grundarlagið fyri loyvinum, sum er, at tey liva saman á felags bústaði, er burtur.

Lógin broytt í Danmark

Eitt barn, sum hevur fingið búloyvi, grundað á reglurnar um familjusameining, fer heldur ikki at fáa longt búloyvi, um tann av foreldrunum, sum viðkomandi hevur fingið familjusameining við, ikki longur er búsettur í Føroyum.

Fyri stuttum varð útlendingalógin í Danmark broytt, tí ein útlendsk kvinna við einum barni, sum búði í Danmark og var gift við donskum manni, varð víst av landinum saman við barninum, tí maðurin var deyður.

Í Danmark er tað nú sostatt lættari hjá útlendingum at fáa longt búloyvi í Danmark aftaná, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, og sum býr í Danmark, er deyður.

Útlendingastovan hevur gjørt viðmerkingar

Johan Dahl, landsstýrismaður, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið, heldur, at lógin í Føroyum eisini skuldi verðið broytt.

Landsstýrismaðurin í Vinnumálum skrivar, at lógaruppskotið hvørki hevur fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Lógaruppskotið hevur verið til hoyringar hjá Útlendingastovuni.

Útlendingastovan skrivar, at sambært lógaruppskotinum lýkur útlendingur, sum millum annað hevur víst vilja til at integrera seg, treytirnar fyri at fáa framhaldandi búloyvi aftaná, at hjúnafelagin ella tann, sum viðkomandi livir saman við, er deyður.

Kann verða ein tulkingarspurningur

Útlendingastovan viðmerkir, at tað kunnu standast tulkingarspurningar um, hvørt útlendingurin hevur víst vilja til at integrera seg, tí eingin integrasjónslóg er galdandi í Føroyum.

Útlendingastovan roknar við, at Udlændingestyrelsen fer at hoyra Útlendingastovuna um hesi viðurskifti.

Til hetta viðmerkir Johan Dahl, at tað eigur at vera viðkomandi kommuna har útlendingurin býr, sum verður hoyrd í slíkum málum umvegis Útlendingastovuna, tí tað verða kommunurnar, sum koma at hava ein stóran leiklut í slíkum málum frameftir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109