Vandi fyri at týskt hvørvur úr fólkaskúlanum

Vandi fyri at týskt hvørvur úr fólkaskúlanum
Tað er ikki vist, at børn í føroyska fólkaskúlanum í framtíðini fara at hava týskt á tímatalvuni, heldur Maria Heradóttir, ritstjóri hjá Námi
Vandi er fyri at týskt sum lærugrein hvørvur úr føroyska fólkaskúlanum í framtíðini, heldur ritstjóri hjá Námi
 
17.04.2015 - 07:59

Tað er ikki longur eitt krav at hava týskt í fólkaskúlanum, og sum gongdin er sær út til at fakið endar við at verða byrjunarmál í miðnámi, skrivar hon í Skúlablaðnum.

Enskt frá 4. flokki er seinasta kravda málið í fólkaskúlanum, meðan bert hugbreytin á miðnámi krevur enn eitt fremmandamál.

Tað er sostatt nóg mikið við føroyskum og enskum, um tú skalt hava studentsprógv, og vandi er fyri, at børn og ung framyvir ikki fara at hava sama málførning, um týskt dettur burtur í fólkaskúlanum, heldur Maria Heradóttir.

Útlit fyri at færri duga týskt

Skúlaskipanin hevur longu elvt til eina niðurlaðing av fremmandamálum undantikið í enskum. Skipanin leggur upp til, at tú kanst enda eitt mál eftir bert tveimum árum, og tað er sjálvdan nóg mikið at gerast førur fyri at brúka málið sjálvstøðugt.

Útlitini eru, at vit fara at duga færri mál á einum lægri stigi undantikið í enskum. Tað er ofta týskt, tað gongur útyvir, tá skúlarnir skulu raðfesta, heldur Maria Heradóttir.

Vællærugreinaskipanin ger, at valfakini køva hvørt annað, og dømi eru um, at lærarar, foreldur og næmingar venda sær ímóti týskum, tí lærugreinin tekur frá øðrum.

Skúlar leggja tímarnar saman seint á degi, ella leggja annað virksemi samstundis. Avleiðingin er næmingafráfall, avlýstir tímar, og at næmingarnir mugu velja fakið frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109