Kommunan hevur skjótt heimild til útbygging

Kommunan hevur skjótt heimild til útbygging
Nú er skjótt heimild hjá Tórshavnar kommunu at fara í gongd við at byggja út Tórshavnar havn. Uppskotið liggur frammi til 12. mai
Tórshavnar kommuna hevur skjótt heimild at byggja út sonevndu Skansabryggjuna. Almenningurin kann gera viðmerkingar til ætlaðu útbyggingina
 
17.04.2015 - 10:02

Tórshavnar kommuna lýsir við nýggjari, serstakari byggisamtykt fyri víðkan av Skansabryggjuni og Eystara havnarlagi í Havn.

Talan er um ætlaðu útbyggingina av Tórshavnar havn. Tórshavnar býráð samtykti á býráðsfundi 19. mars 2015 uppskotið um serstaka byggisamtykt fyri at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarlag.

Uppskotið til serstaka byggisamtykt ásetir skipan av økinum og treytir fyri bygging. Serstaka byggisamtyktin fevnir um matr. nr. 651l, 600c, 600d, 600e og part av 600a, Tórshavn, ið eru matriklarnir, sum fevna um havnarlagið og økini, har bygningarnir á havnarlagnum standa.

Borgarar kunnu viðmerkja til 1. juni

Økið fram við sjóvarmálanum gongur niðan til bygningin hjá Advokatfelagnum eystan fyri Eik Banka. Harumframt er talan um matrikulin beint sunnan fyri Kommandørhúsini við Eystfalssker, har ætlanin er, at nýggja innkoyringin til havnarøkið skal verða. Tað skrivar in.fo.

Tilfar, sum lýsir uppskotið til serstøku byggisamtyktina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum og heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, torshavn.fo frá 20. apríl til og við 11. mai.

- Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 1. juni 2015, sigur Tórshavnar kommuna í lýsingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109