Taka ikki undir við uppskoti

Taka ikki undir við uppskoti
Samgonguflokkarnir í fíggjarnevndini taka ikki undir við uppskotinum hjá Framsókn um at lækka ella at taka ferðaavgjaldið av
 
16.04.2015 - 08:47

Meirilutin heldur einki endamál vera við enn einaferð at samtykkja nakað, sum er samtykt. Minnilutin í fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, tekur undir við uppskotinum hjá Framsókn, men hevur eitt broytingaruppskot.

Samgonguflokkarnir halda, at neyðug stig eru tikin, og at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fer at leggja uppskot fyri tingið um at lækka ferðaavgjaldið enn meiri, um tað er búskaparliga ráðiligt.

Mælt verður til, at landsstýrið skal leggja uppskot fyri tingið um so líðandi at taka ferðagjaldið á millumlanda ferðaseðlum burtur - í tann mun, tað er búskaparliga ráðiligt.

Uppskotið hjá Framsókn kemur til aðru viðgerð í tinginum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109