Læraraútbúgvingin verður broytt

Læraraútbúgvingin verður broytt
Fyrstu stigini at broyta útbúgvingina verða tikin næsta ár. Læraraútbúgvingin í Føroyum skal lagast til broyttu samfelagsviðurskiftini
Læraraútbúgvingin í Føroyum skal nú broytast. Fyrstu broytingarnar koma í gildi næsta ár
 
16.04.2015 - 11:35

Læraraútbúgvingin verður nú broytt, og fyrstu broytingarnar koma í gildi næsta ár. Skúlablaðið skrivar, at grundskeiðið í føroyskum verður longt, linjugreinaútboðið verður størri og øðrvísi, og dent verður lagdur á meiri starvslæru.

Hóast fyrstu stigini at broyta læraraútbúgvingina verða tikin næsta ár, er ætlanin alla tíðina at laga hana til broyttu samfelagsviðurskiftini, og tað fer eisini at merkjast á Setrinum.

Eitt nú verða gáttir millum deildirnar lækkaðar, sigur Sigurð í Jákupsstovu við Skúlablaðið. Sum er ber til at flyta lærarakreftir millum deildiarnar, men í framtíðini fer eisini at bera til at flyta næmingar millum deildir.

Fyrsti broytingarnar longu gjørdar

Í ár hevur undirvísingin í søgu á læraraútbúgvingini partvís ligið saman við Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsterinum. Tá komið er longri við ætlanunum, verður Lærarafelagið kunnað um broytingarnar.

- Tað er týdningarmikið, at felagið er við, sigur Janus Jensen, útbúgvingarleiðari á læraraútbúgvingini, við Skúlablaðið.

Frá at vera ein útbúgving, sum ikki var grundað á gransking sum so, setti Setrið sær fyri, at læraraútbúgvingin skuldi verða ein universitetsbachelor.

Lesandi velja nú granskingarleiðina

Tað at sameina nýggju útbúgvingina við læraragerningin er ein avbjóðing, sigur Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, við Skúlablaðið.

- Nú fáa vit lesandi, sum ætla at gerast granskarar. Tey vilja menna og útinna gransking og brúka hana til gagns fyri undirvísingina, sigur hann.

Læraraútbúgvingin er ein av elstu útbúgvingum í landinum. Læraraskúlin varð stovnaður í 1870, og í 2008 varð skúlin lagdur saman við Fróðskaparsetrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109