- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiða helst uttan arbeiðs- og uppihaldsloyvi
Fleiri útlendingar, sum arbeiða í Føroyum hava ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvi í lagi.
Norðurlendingar kunnu arbeiða í Føroyum uttan at hava hesi loyvi, men aðrir útlendingar skulu hava hesi loyvi, - sama um talan er um lønt ella ólønt arbeiði, sigur Hildur Hentze, á Kriminaldeildini hjá løgregluni.
Útlendingarstýrið skal taka støðu
Løgreglan kannar nú málini um møguliga ólógliga arbeiðsmegi, - eitt nú verður arbeiðsgevarin avhoyrdur.
Síðani verða málini latin danska útlendingarstýrinum, sum síðani skal taka støðu til, um útlendingarnir skulu fáa bót, um teir skulu vísast av landinum og um teir skulu fáa innferðaarforboð í nøkur ár.
Fólkini, sum løgreglan kannar arbeiða øll innan gistingarhúsvinnuna. Hildur Hentze sigur, at løgreglan í næstum fer at gera stikkprøvar á arbeiðsplássum, har útlendingar arbeiða.