- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sjúkrakassagrunnurin latið stuðul til tvey tiltøk
Sjúkrakassagrunnurin hevur latið stuðul til tvey tiltøk á heilsøkinum. Autismufelagið hevur fingið játtað kr. 80.000 til Autismuráðstevnuna í ár, sum verður í Norðurlandahúsinum 17. og 18. september.
Føroyafelag fyri Børn/Ung við Føroyasjúkuni hevur fingið góðar 40.000 krónur til EPI-seminar fyri børn við Føroyasjúkuni og avvarðandi teirra.
Føroysk áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk innan heilsuøkið í Føroyum. Feløg, ið umboða fólk, sum bera brek, sjúklingafeløg, feløg innan eldraøkið og fakfeløg kunnu søkja.
Eingin umsóknarfreist er til at søkja um stuðul. Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær verða móttiknar, skrivar Sjúkrakassagrunnurin í tíðindaskrivi.