- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málið framvegis ikki loyst
Ósemjan millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum um lønina hjá teimum, sum sigla við strandfaraskipunum halgidagarnar, er framvegis ikki loyst, og málið endar nú aftur í gerðarrættinum.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at felagið hevur roynt at fingið semju í lag við við Lønardeildina. Tað hevur ikki borið á mál, tí verður málið nú aftur beint í gerðarrætin, sigur hann.
Talan er um ósemju um siglingina langa fríggjadag og páskadag. Tað var stutt fyri jól, at ósemja tók seg upp millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum, tí manningarfeløgini noktaðu limum sínum at sigla jóladag, tí ongin semja var um lønina fyri siglingina.
Kravdu 100 prosent í yvirtíðarsamsýning
Manningarfeløgini kravdu at fáa 100 prosent yvritíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag, men tað vildi Lønardeildiní Fíggjarmálaráðnum ikki.
Málið um arbeiðssteðgin varð tá beint í Gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiðið kundi ikki leggjast niður, men avgerðin hjá Gerðarættinum segði onki um, hvørja samsýning starvsfólkini skulu hava.
Nú royna manningarfeløgini so aftur. Hesa ferð í sambandi við siglingina hjá strandfaraskipunum langa fríggjadag og páskadag.