- Tíðindi, mentan og ítróttur
Klaksvík vil ganga á odda í sameining
Kommunan hevur sum tann fyrsta orða ein integratiónspolitik, sum skal vera íblástur hjá øðrum kommunum at gera tað sama. Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, var 24. mars á fundi við Johan Dahl, landsstýrismann.
Teir eru samdir um at arbeiða fyri einum felags integratiónspolitikki og átøkum, sum aðrar kommunur eisini kunnu seta í verk eftir tørvi og umstøðum.
Á fundinum í Vinnumálaráðnum 24. mars, hevði David Im, verkætlanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu, millum annað eina framløgu, sigur Klaksvíkar kommuna í tíðindaskrivi.
Ynskja at hjálpa øðrum kommunum eisini
David Im greiddi á framløguni frá, at ein partur av verkætlanini er at lýsa umstøður, fyritreytir og ynski hjá tilflytarum, og eisini varð kunnað um spurnarkanning, sum er gjørd millum tilflytarar.
Verkætlanin fevnir í fyrsta umfari um Klaksvíkar kommunu. Kortini er ikki óhugsandi, at átakið eisini kann brúkast í øðrum kommunum í landinum.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Johan Dahl, landsstýrismaður, eru samdir um, at endamálið við átakinum skal vera at geva øllum kommunum í landinum eitt amboð at gera ein leist, sum kann skapa bestu karmarnar fyri integratión.