Vit keypa nógv meiri

Vit keypa nógv meiri
Matvørur og alkoholfríar drekkavørur eru komnar upp á sama stig, sum tær vóru fyri fíggjarkreppuna í 2008
 
01.04.2015 - 07:59

Smásølan er vorðin størri í Føroyum. 

Umsetningurin í smásøluni vaks nógv frá seinasta ársfjórðingi í 2013 til seinasta ársfjórðing í fjør sæst í nýggju mvg-uppgerðini hjá Hagstovuni.Føroyingar keypa nógv meira í handlunum í Føroyum nú enn fyri einum góðum ári síðani.

Men kortini eru bara matvørur og alkoholfríar drekkavørur komnar upp á sama stig, sum tær vóru fyri fíggjarkreppuna í 2008.     

Vísitalið fyri umsetningin í vørubólkinum matur og drekka, roknað í ársins prísum, vaks góð átta prosentstig í fjør.

Í føstum prísum, tá prísvøkstur ikki er við, er hækkingin 6,7 prosentstig.

Matur og drekka kosta meiri

Tølini hjá Hagstovuni vísa, at prísir á matvørum og drekkivørum eru hækkaðir. 

Klæði og skógvar eru á sama stigi sum í 2012 og 2013. Og nógv skal seljast afturat fyri at koma á sama stig sum í 2008.

Í vørubólkinum búnýti og innbúgv hevur verið støðug framgongd síðani 2011, bæði í ársins prísum og føstum prísum.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109