Fara nú í Gerðarrættin við lønarkravinum

Fara nú í Gerðarrættin við lønarkravinum
Ósemjan um lønina fyri at sigla halgidagar við strandfaraskipunum er framvegis óloyst
 
01.04.2015 - 13:15

Ósemja tók seg upp millum manningarfeløgini og Lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum stutt fyri jól, tí manningarfeløgini noktaðu limum sínum at sigla jóladag, tí ongin semja var um lønina fyri siglingina. 

Manningarfeløgini kravdu at fáa 100 prosent yvritíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag, men tað vildi Lønardeildin ikki. 

Málið um arbeiðssteðgin varð beint í Gerðarrættin, sum gjørdi av, at arbeiðið kundi ikki leggjast niður, men avgerðin hjá Gerðarættinum segði onki um, hvørja samsýning starvsólkini skulu hava. Guðrið Joensen, gerðarrættardómari, segði tó, at partarnir kunnu senda spurningin um yvirtíðarsamsýningina til Gerðarættin sum tulkingarmál. 

Hava samráðst

Og tað hava manningarfeløgini boðað frá, at tey ætla sær at gera. Men málið er ikki farið í Gerðarættin enn, millum annað tí at samráðingar síðani hava verið millum Lønardeildina og feløgini. 

Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at úrskurðurin hjá Gerðarættinum kann verða ein vansi fyri manningarfeløgini í sáttmálasamráðingum, sum verða næsta ár, um Gerðarætturin staðfestir, at starvsfólkini hjá Strandferðsluni ikki eiga at fáa 100 prosent yvirtíðarsamsýning fyri fullan arbeiðsdag halgidagar. 

- Vit hava roynt at fingið semju í lag um lønina við Lønardeildina, men eru ikki komnir á mál enn, og tí beina vit nú málið í gerðarættin, sigur Anfinnur Garðalíð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Leygardag 1. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109