- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vend í málinum: Góðshavnin verður í Vágsbotni
Málið um nýggju góðshavnina í høvuðsstaðnum hevur nú fingið eina óvæntaða vend. Kommunan hevur tikið atfinningarnar hjá borgarum til sín, og hevur slept ætlanini at gera Skansabryggjuna.
Tað hendir eftir ákoyringarnar seinastu dagarnar, har borgarar hava skrivað undir mótmæli, har heitt varð á kommununa um at steðga við ætlanini at gera nýggja góðshavn útifyri Skansan.
Tórshavnar býráð samtykti á eyka býráðsfundi týskvøldið, við einum teprum meiriluta, at nýggja góðshavnin í staðin skal gerast í Vágsbotni, so umhvørvið við Skansan verður varðveitt.
Bíligari og skjótari at gera í Vágsbotni
Tað eru eyðsæddir fyrimunir við at gera nýggju góðshavnina í Vágsbotni heldur enn útifyri Skansan ella á Sundi, sum tjóðveldisfólkini í býráðnum annars hava skotið upp, sigur kommunan.
Økið inn ímóti Vágsbotni er grunt. Tískil skal ikki nógv fyllast í, áðrenn økið við Vágsbotn verður klárt at byggja á. Arbeiðið at gera nýggja góðshavn kann tískil byrja lutfalsliga skjótt.
Á henda hátt kann kostnaðurin haldast niðri, sum eisini allatíðina hevur verið eitt av fremstu ynskjunum hjá Tórshavnar kommunu; at halda kostnaðin so bíligan sum gjørligt.
Parkeringsplássini verða flutt undir Skansan
Tá arbeiðið fer í gongd, verða øll parkeringsplássini á Skálatrøð eisini tikin, tí nøkur pakkhús í nýggju góðshavnini verða bygd, har verandi parkeringspláss á Skálatrøð eru í dag.
Kommunan ásannar, at parkeringsviðurskiftini í miðbýnum í Havn ikki eru nøktandi. Tískil verður kommunan eisini noydd at útvega borgarunum onnur parkeringspláss í býnum.
Tann trupulleikan loysir kommunan við einum parkeringskjallara undir Skansanum. Sprongt verður undir Skansanum, og ein parkeringskjallari í trimum hæddum verður gjørdur, har pláss verður fyri 135 bilum.
Partur av miðbýarætlanini má broytast
Tað eru ikki bert parkeringsplássini á Skálatrøð, sum verða ein avbjóðing hjá størstu kommununi í landinum, nú avgerð er tikin um at økið við Skálatrøð og Vágsbotn verður tikið til nýggju góðshavnina.
Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti í oktober, at nýtt tjóðleikhús skal gerast á Skálatrøð. Tann ætlanin verður nú eisini broytt, nú tað er avgjørt, at góðshavnin verður í Vágsbotni.
Kommunan kannar nú um nýggja tjóðleikhúsið í staðin kann byggjast á Sundi, tá økið hóast alt ikki verður brúkt til onnur endamál - og enn minni til góðshavn, sum minnilutin skeyt upp í januar.
Bátabrúgvarnar verða eisini fluttar - og hvalvágin
Tórshavnar kommuna verður eisini noydd at finna eina loysn til allar smábátarnar, ið liggja í Vágsbotni, nú økið skal fyllast út við gróti.
Á eyka býráðsfundinum týskvøldið varð eisini avgjørt, at bátarnir, sum í dag liggja í Vágsbotni, verða fluttir inn á Sund, tá arbeiðið at gera nýggju góðshavnina byrjar.
Kommunan fer tí eisini at arbeiða við at fáa sandin í Kaldbaksbotni góðkendan til grindadráp, so styttri verður hjá bátum at sigla, tá grind verður hildin til í kommununi.