- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rúsdrekkakoyring og harðskapsmál
Løgfrøðingarnir hjá ákæruvaldinum skulu nú taka støðu til, um ákæra skal reisast í sambandi við tvey harðskapmál um vikuskiftið.
Ein maður, sum er yngri enn 30 ár, sló og sparkaði eina kvinnu í høvdið í miðbýnum í Havn gjáranáttina. Nakað seinni gjørdi maðurin seg aftur inn á fólk. Løgreglan kom á staðið og handtók mannin.
Í Suðuroy var eisini eitt mál um harðskap. Har hevði ein maður, sum eisini er yngri enn 30 ár, sligið eina kvinnu. Í báðum førum eru menninir skuldsettir og avhoyrdir, og ákæruvaldið skal nú taka støðu til, um ákæra skal reisast móti teimum.
Koyrdu fullir
Tveir menn eru eisini tiknir fyri at koyra fullir um vikuskiftið. Annar í Klaksvík, har løgreglan gjørdi grein 13-kanningar í Norðoyatunlinum, og hin varð tikin í Havn. Teir eru um 50 ára aldur.
Vaktleiðarin á politistøðini í Havn, Kristjan Martin Joensen, sigur, at báðir missa koyrikortið.