- Tíðindi, mentan og ítróttur
Prísurin niður: Hesar eru nú bíligari
Prísurin niður: Hesar eru nú bíligari
Nýggjársdag lækkaði kostnaðurin á heilivági í Føroyum við tveimum prosentum. Kunngerðin er broytt, so prísirnir lækka
07.01.2015 - 08:28
Heilivágur er vorðin bíligari, men ikki nógv kortini. Príslækkingin er tvey prosent. Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, hevur álagt Apoteksverkinum at lækka prísin á øllum heilivági tvey prosent. Broytingin kom í gildi nýggjársdag.
SÍ EISINI Undrast á at Apoteksverkið skal hava avlop
Apoteksverkið hevur einkarrætt at flyta inn og selja heilivág í Føroyum. Prísirnir eru ásettir í kunngerðini um áseting av søluprísi á heilivági. Ta kunngerðina hevur Karsten Hansen broytt, so prísirnir nú lækka.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV