- Tíðindi, mentan og ítróttur
Meistararnir og semingsmenn hittast í morgin
Meistararnir og semingsmenn hittast í morgin
Semingsmenninir vóru í gjár á fundi við handverkararnar, fyri at vita, hvat feløgini vænta sær av samráðingunum, - í morgin hitta teir meistararnar
23.10.2014 - 18:20
Terje Sigurðsson sigur við Kringvaprið, at enn sita partarnir hvør sær, men realitetssamráðingarnar byrja væntandi miðskeiðis í næstu viku.
Partarnir ásannaðu týsmorgun í seinastu viku, at samráðingarnar, sum byrjaðu 17.september, bóru ikki á mál og sendu tí boð eftir Semingsstovninum.
Fýra feløg eru við í samráðingunum, Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna. Sáttmálarnir vóru galdandi til 1.oktober, men teir eru longdir. Boðað er ikki frá verkfalli ella verkbanni, so fyribils verður arbeitt eftir gomlu sáttmálunum.
Semingsmenn eru Terje Sigurðsson og Símun Absalonsen.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV