- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Eg fór bara til Onglands at lesa
“Eg havi ikki gjørt mær so stórar ætlanir. Eg fór bara til Onglands at lesa”, sigur Linda Mortansdóttir. "Tað sum so hendi á mínum triðja ári í Onglandi var, at eg møtti einum dana, sum bleiv maður mín, og vit fluttu til Danmarkar”.
Linda Mortansdóttir er ein av túsundtals føroyingum í Danmark. Hon hevur lisið moderne kultur og kulturformidling, og starvast í einum mentanarhúsi í Jægerspris í Norðursælandi í Danmark. Linda býr í Jyllinge saman við manninum Niels og trimum døtrum.
“Eg skuldi jú ongantíð ikki koma aftur til Føroya”, sigur Linda, sum í ungdómsárunum hevði útlongsul. Hon flutti fyrst til Íslands og síðani til Onglands, áðrenn hon flutti til Danmarkar.
Í fyrra parti av sjónvarpsendingini “Kanst tú siga farvæl?" lýsir Linda Føroyar sum tað lítla hjarta, ið bankar í Norðuratlantshavi, sum hon altíð hevur skulað fyrihildið seg til.
Royndu at flyta til Føroyar
Tá elsta dóttirin skuldi í skúla, gjørdu Linda og maðurin av at royna at flyta til Føroya.
“ Eg var ikki liðug við Føroyar. Foreldrini vóru farin at eldast, og eg vildi gjarna heim, áðrenn tey blivu ov gomul”, sigur Linda Mortansdóttir.
Tað gekk væl hjá Lindu og børnunum í Føroyum, og tær fullu til. Linda fekk starv, og genturnar fóru í barnagarð og í skúla. Men tað var trupult hjá danska manninum at fáa starv, so hann gjørdi av at byrja egna fyritøku.
Men tað var ein ójavnvág í familjuni. "Maðurin hevði onki netverk í Føroyum, so tað føldist órættvíst, tí eg hevði so stórt netverk í Danmark”.
Eftir tvey ár í Føroyum gjørdi familjan av at flyta aftur til Danmarkar. Og tá hon flutti hesa ferð, var tað ein onnur kensla.
“Tað er ikki fyrr enn her, at eg føli at ein avgerð er komin inn í myndina", sigur Linda.
Linda Mortansdóttir er ein av útisetunum vit hitta í fyrsta parti av “Kanst tú siga farvæl?” hjá Kringvarpinum. Sendingin kann síggjast her: