- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa ikki av oynni halgastu dagarnar í árinum
Strandfaraskipini eiga at sigla hvønn dag í árinum, eisini jóladag, páskadag og langa fríggjadag.
Tað halda løgtingsfólkini Sirið Stenberg í Vági og Páll á Reynatúgvu á Sandi.
Men tað helt meirilutin í løgtinginum ikki í farnu tingsetu.
Nú hava Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu, bæði í Tjóðveldi, aftur biðið løgtingið heita á landsstýrið um at leggja fram lógaruppskot, sum krevur, at strandfaraskipini siga allar ársins dagar.
Sleppa ongan veg
Tey bæði vísa á, at 85 prosent av fólkinum í Føroyum kunnu ferðast sum teimum lystir.
Men tað kunnu hini 15 prosentini ikki, sum ongan veg sleppa uttan Strandferðsluna.
Sirið Stenberg og Páll á Reynatúgvu mæla tí til, at Strandferðslan fær fleiri pengar, so eisini verður siglt halgastu dagar í árinum, og at samráðingar vera við fakfeløgini um tað.
Sama uppskot varð felt fyrst í mai. Tá atkvøddu níggju fyri og 14 ímóti.