- Tíðindi, mentan og ítróttur
100 nýggj grundstykki á Argjum

Líkt er til, at tað verða yvir 100 nýggj grundstykki tøk á Argjum um eitt ár. Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at keypa eitt stórt stykki Undir Kongavarða á Argjum frá Eik fyri 14,5 milliónir krónur.

Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini hjá býráðnum sigur við in.fo, at ætlanin er at bera skjótt at, og hann væntar, at um eitt ár ella so verða grundstykkini lýst til sølu.

Ætlanin er ikki at byggja íbúðarblokkar, men at útsykkja einstøk grundstykki og raðhús. Tróndur Sigurðsson vísir á, at ætlanin er at útstykkja 80 grundstykki, sum eru 400 fermetrar til støddar, og á einum øðrum stykki skal pláss verða fyri 32 raðhúsum.

Sostatt verður pláss fyri 112 nýggjum húsum. Ætlanin er eisini at matvøruhandli skal verða í økinum, sigur Tróndur Sigurðsson. Býráðslimir tóku væl undir við hesum, tí stórt trot er á grundstykkum.