- Tíðindi, mentan og ítróttur
Primera Air kannar møguleikar fyri Føroyaflúgving
Primera Air kannar møguleikar fyri Føroyaflúgving
Umboð fyri Primera Air, sum er Charterflogfelag, hava verið í Føroyum og kanna umstøðurnar her
16.09.2014 - 09:59
Íslendska flogfelagið Primera Air kannar í løtuni møguleikarnar at taka kappingina upp við Atlansflog um flúgving millum Føroyar og Danmark.
Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn, váttar í telduposti til Kringvarpið, at samskifti er millum partarnar, men hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar.
Umboð fyri Primera Air, sum er Charterflogfelag, hava verið í Føroyum og kanna umstøðurnar her. Primera Air hevur høvuðssæti í Íslandi, men hevur eisini deild í Danmark.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV