- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ræðandi kanning hjá Starvsmannafelagnum
Annar hvør limur í Starvsmannafelagnum, hevur onkurvegna havt strongd seinastu trý árini. Tað vísur nýggj kanning, sum Starvsmannafelagið hevur gjørt.
Kanningin vísur, at fimti hvør limur hevur verið hjá lækna í sambandi við stongd, og umleið tíggjuni hvør hevur verið sjúkrameldaður vegna strongd.
Danski læknin Peter Quortrup Geisling, sum vitjar í Føroyum og heldur fyrilestur um strongd, er ovfarin av úrslitinum av kanningini.
Ímyndaði sær at føroyingar vóru minni strongdir
- Tað ræðir meg eitt sindur, sigur Peter Quortrup Geisling. Peter Quortrup Geisling sigur, at hann hevði ímyndað sær, at føroyingar vóru minni strongdir enn danir. Men kanningin hjá Starvsmannafelagnum gevur ábendingar um, at føroyingar er meir strongdir enn danir.
Meira enn 700 limir vóru við í kanningini hjá Starvmannafelagnum. Størra helvtin mettu, at strongdin hevði sín uppruna á arbeiðsplássinum, og at orsøkin í flestu førum var ov stór arbeiðsbyrða. Í verandi støðu, er eingin bati at hóma.
Sambært Peter Quortrup Geisling, verður strongd orsøkin til flestu sjúkradagar í 2020. Og hetta eiga myndugleikarnir at taka í álvara.