Nýggjasta kanningin: Stjórnarskifti í Svøríki

Nýggjasta kanningin: Stjórnarskifti í Svøríki
Gongdin er vend, og nú standa reyð-grønu flokkarnir aftur til at vinna valið
Sambært nýggju veljarakanningini verður Stefan Løfven nýggjur forsætisráðharri í Svøríki eftir valið i morgin
 
13.09.2014 - 10:11

Er nýggjasta veljarakanningin upp undir ríkisdagsvalið í Svøríki í morgin eftirfarandi, verður stjórnarskifti.

Sambært kanningini, sum Dagens Nyheter hevur latið gera, og sum var kunngjørd undir seinasta floksleiðaraorðaskiftinum í svenskum sjónvarpi í gjárkvøldið, fáa reyð-grønu flokkarnir 46,4 prosent av atkvøðunum og borgarliga samgongan hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra, 39,6 prosent.

Flokkurin Svensku demokratarnir, sum eingin av hinum flokkunum vil samstarva við, fær sambært kanningini 9,4 prosent. 

Gongdin vend

Seinastu dagarnar hava veljarakanningar annars víst, at munurin millum stjórnarflokkarnar og andstøðuna er nógv minkaður, men sambært kanningini, sum varð kunngjørd í gjárkvøldið, er gongdin vend.

Og er hon eftirfarandi, verður formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum, Stefan Løfven, nýggjur forsætisráðharri í Svøríki eftir valið.

Fredrik Reinfeldt úr konservativa flokkinum hevur verið stjórnarleiðari í Svøríki seinastu átta árini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205