Roykiforboð: fiskimenn noyddust at leggja av

Roykiforboð: fiskimenn noyddust at leggja av
Ikki er loyvt at roykja á íslendskum nótaskipi
Roykiforboð er nú eisini komið í fiskiflotan
 
28.08.2014 - 08:00

Roykiforboð hevur nú eisini sníkt seg inn í fiskiflotan, íslendska fiskiflotan.

Tá Sildarvinnslan á Norðfjørðinum keypti nótaskipið Børk úr Noregi varð avgjørt, at manningin sleppur ikki at roykja umborð.

Eitt rúm til roykjarar var í skipinum, tá tað varð keypt til Íslands í februar, men tað rúmið hevur ikki verið brúkt at roykja í, síðani Børkur kom undir íslendskt flagg.

Hvørki snús ella skrá

Skiparin sigur á heimasíðuni hjá reiðaríinum, at teir, sum royktu, fingu gylt høvi at leggja av. Og, leggur hann afturat, tíbetur fóru teir ikki at snúsa ella tyggja skrá í staðin fyri.

Skiparin sigur, at endamálið er at gera umstøðurnar hjá manningini betri fyri heilsuna, og harafturat slepst undan tubbaksroykinum og øllum óruddinum av tubbaki.

Skiparin sigur harafturat, at hann hevur ikki hoyrt nakran gramt seg um roykiforboðið. Tvørturímóti tykjast allir vera fegnir um at sleppa av við tubbakið umborð.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035