- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valevni til fólkatingsvalið 2015: Jógvan á Lakjuni
Navn: Jógvan á Lakjuni
Flokkur: Fólkaflokkurin
Føddur: 13.11.1952
Bústaður: Fuglafjørður
Hjúnastøða: Giftur
Børn: 5
Útbúgving: Fólkaskúlalærari 1977, eftirútbúgvingar á Fróðskaparsetrinum í 80- og 90unum"
Arbeiðsroyndir: "Sjómaður 1970-1972 Lærari í Fuglafjarðar skúla 1977-1989 Lærari á handilsskúlanum á Kambsdali 1989 -
Politisk yrkisleið: Fyrstu ferð uppstillaður í 1988 til løgtingsval - havi eisini verið uppstillaður til hvørt fólkatingsval síðani tá
Var nummar 2 til løgtingsval á fólkaflokslistanum í Eysturoynni í 1988, 1990 og 1994 og sostatt varamaður
Fyrstu ferð á tingi frá aug. 1989 til nov. 1990 sum varamaður fyri Olaf Olsen. Annars á tingi í styttri og longri tíðarskeið gjøgnum nítiárini sum varamaður fyri Olaf Olsen og 1994-1998 fyri Kjartan Joensen. Tilsamans sitið millum tvey og hálvtriðja ár á tingi, áðrenn eg varð valdur tingmaður 1998
Valdur á ting 30. apríl 1998 og afturvaldur hvørja ferð síðan tá, tað vil siga í 2002, 2004, 2008 og 2011
Formaður í Mentanarnevndini og limur í Vinnunevndini 1998-2002
Formaður í Rættarnevndini og limur í Uttanlandsnevndini 2002-2004
Landsstýrismaður 2004-2008 í menta-, kirkju- og skúlamálum - 2006-2008 eisini landsstýrismaður í norðurlandamálum
Næstformaður á tingi og limur í Uttanlandsnevndini og Mentanarnevndini 2008-2011
Løgtingsformaður síðan 12. november 2011