- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik-málið: Stevningin fyllir 512 síður
Stevningin í sakarmálinum móti leiðsluni og grannskoðanini hjá gamla Eik banka fyllir 512 síður Og advokatarnir, sum eru við, hava nógv meira enn tað at lesa, áðrenn dómsviðgerðin verður í Føroya rætti.
Skjølini fylla fimm stórar flytikassar. Sakførarin hjá Fíggjarligum støðufesti, Carsten Fode, hevur biðið rættin um 30 dagar til dómsviðgerðina. Óvist er, nær dómsviðgerðin verður.
Málið er ongan veg komið enn. Stevningin er komin, og nú skulu advokatarnir hjá teimum saksøktu svara stevningini.
150 mió. kr.
Fíggjarligt støðufesti hevur stevnt eftir 150 mió. kr. í endurgjaldi frá nevndarformanninum í Eik, Frithleif Olsen, næstformanninum Odd Bjellvåg, forstjóranum Marner Jacobsen, stjóranum Bjarna Olsen, grannskoðarafyritøkuni Nota og Hans Jóhan Laksá, grannskoðara.
Í hvussu so er ein av teimum stevndu hevur stevnt Tryggingarfelagnum Føroyar, tí tað vil ikki gjalda tryggingina fyri kravið hjá Fíggjarligum støðufesti, um Fíggjarligt støðufesti vinnur sakarmálið.
Sambært upplýsingum hjá Útvarpinum heldur Tryggingarfelagið uppá, at tað fekk skeivar upplýsingar um roknskapirnar hjá Eik, tá tryggingin fyri 2010, tá Eik fór, varð teknað.
Visti ikki hvør støðan var
Víst verður til, at Fíggjarligt støðufesti sigur, at roknskapirnar hjá Eik søgdu ikki, hvør veruliga støðan hjá bankanum var. Hevði Tryggingarfelagið Føroyar vitað, hvør veruliga støðan var, varð eingin trygging teknað fyri Eik menninar.
Tryggingarfelagið er stevnt eftir 150 mió. kr. Tryggingarfelagið Føroyar hevur endurtryggjað tryggingina hjá Eik uttanlands.